top of page

Sálarfrøðingurin Teitur

Siðareglur og trúnaður

Sum sálarfrøðingur arbeiði eg við støði í fakligum og etiskum meginreglum um virðing, ábyrgd, førleika og integritet. Í viðtalunum verður dentur lagdur á eitt trygt og ikki-dømandi rúm, har tú kanst tosa opið um tað, sum er torført.

Eg havi tagnarskyldu. Tað merkir, at upplýsingar um teg og tað, sum verður tosað um í viðtalunum, sum útgangsstøði ikki verða givnar víðari uttan títt samtykki. Tagnarskyldan kann tó hava undantøk, um lóggáva áleggur tað, ella um álvarsligur vandi er fyri tær ella øðrum.

Áðrenn ein viðgerðartilgongd byrjar, verður tú kunnaður/kunn­að um karmar, endamál, trúnað og praktisk viðurskifti. Tú kanst altíð seta spurningar og taka støðu til, um tú ynskir at halda fram.

Eg arbeiði innan fyri mítt fakliga førleikaøki. Um eg meti, at tín tørvur krevur aðra ella meira serliga hjálp, tosi eg við teg um møguleikan fyri ávísing ella samstarv við annan fakpersón.

bottom of page