top of page

Sálarfrøðingurin Teitur

DSCF6066 nyggjan málning - stórt format.jpg

Teitur Reinert Joensen

Eg eri løggildur sálarfrøðingur. Eg havi tikið mína útbúgving í Stórabretlandi, í Abnormal and Clinical Psychology. Síðani havi eg arbeitt á psykiatriska deplinum í Føroyum seinastu 6 árini. Har havi eg arbeitt við fólkum við fjølbroyttum sálarligum avbjóðingum. Afturat míni grundútbúgving havi eg útbúgving í DAT (dialektisk atferðarterapi). Hóast terapeutiska tilgongdin hevur íblástur av ymiskum metodum, so arbeiði eg sannførdur um, at borgarin er avgerandi hvussu arbeiðslagið er í terapi.  

Mín drívmegi er ein samantvinning av fakligari útbúgving og brennandi áhuga fyri at skilja kropsligu og sálarligu tørvirnar hjá menniskjanum. Eg síggi ikki terapi einans sum eina viðgerð, men sum ein samanhangandi vegvísara gjøgnum avbjóðingarnar í lívinum.

Kjarnuvirðir

[1]
[2]
Virðing fyri menniskjanum
Tagnarskylda

- At møta hvørjum klienti við virðing og uttan døming

- At viðurkenna virði og rættindi hjá hvørjum einstøkum

- At arbeiða út frá menniskjaligari javnrættindahugsan

- At verja upplýsingar og privatlív

- At skapa eitt trygt rúm

- At fylgja reglum sambært General Data Protection Regulation

[3]
[4]

Faklig ábyrgd​

Mennandi tilgongd

- At arbeiða út frá grundaðari vitan og gransking

- At halda seg innan síni fakligu mørk

- At søkja supervisión, tá tørvur er á tí

- At trúgva uppá broyting og menning
- At stuðla sjálvstøðugleika hjá klientinum

- At arbeiða við styrkjum – ikki bert trupulleikum

bottom of page